Myndin er tikin, tá Theodor gjørdist 106 ár. Mynd: KVF
Theodor 107 ár
Tíðindi >
Elsti føroyingur nakrantíð, Theodor Thomassen úr Sørvági, verður í dag 107 ára gamal. Theodor er føddur 28. oktober í 1908.
Theodor Thomassen hevur verið sjómaður alt sítt lív og róði út líka til hann gjørdist 99 ára gamal. Tá var sjónin farin at bila so mikið nógv, at hann ikki fekk róð út longur.
Theodor fekk 10 børn við konu síni, ið doyði fyri 28 árum síðani, og hevur hann búð hjá dóttrini Elisu síðan hann fylti 100 ár.
Vit á Portalinum ynskja Theodor Thomassen hjartaliga til lukku við degnum!
Ingen kommentarer:
Send en kommentar