Malla Olsen. Myndin er tikin, tá hon fylti hundrað (Mynd: nes.fo)
Malla er nú elst í Føroyum
Tíðindi > Eysturoy - Toftir
Malla Olsen av Toftum, sum leygardagin fylti 103 ár, er nú elsta fólk í Føroyum.
Heimasíðan hjá Nes kommunu skrivar, at í sambandi við føðingardagin, hevur Jóhannus Danielsen, borgarstjóri, verið á sambýlinum Vesturskini at heilsa upp á elsta fólkið í kommununi og nú eisini í landinum.
Tey bæði fingu eitt gott prát. Malla, sum dugir sera væl at siga frá, var væl uppløgd, og greiddi væl frá henna langa lívi, bæði sum barn og vaksin, skrivar nes.fo.
Malla Olsen var við í sendingini ”Við Tórði á túri” hjá Tórði Mikkelsen í gjár, har hann eisini tosaði við tveir aðrar eysturoyingar, sum eru farnir um tey hundrað árini, 101 ára gamla elduvíkingin Alfred Haraldsen, og 100 ára gamla Hans Jacob Jacobsen í Skálafirði. Sendingin kann hoyrast her.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar